2010

Á hesum Altjóða Kvinnudegi varð samstarv skipað við Kringvarp Føroya, sum sendi beinleiðis útvarp frá tiltakinum. Evnið í ár var kvotur í politikki og nevndum. Kristianna Winther Poulsen setti dagin og høvuðsrøðari var Drude Dahlerup. Karin Jóhanna L. Knudsen og Sámal Matras Kristiansen luttóku eisini. Eisini var formansrunda við politisku flokkunum, har kjakast var um hvørt flokkarnir vóru sinnaðir at fáa kvotuskipan í politikki.

Undirhaldið kom frá bæði Guðrið Hansdóttir, Lenu Anderssen og frá Faroe5, sum øll spældu til tiltakið.

Hevur tú myndir frá tiltakinum, so vilja vit fegin hava avrit. Set teg í samband við Kvinnufelagið á mettustova@olivant.fo

Advertisements