Kvinnusak, valrættur og valskipanir

Valrættur og valskipanir - Altjóða kvinnudagur 2015

Valrættur og valskipanir – Altjóða kvinnudagur 2015

Í 2016 hava føroyskar kvinnur havt valrætt í 100 ár , og í seinasta lagi í heyst, fara vit enn einaferð á val.

Altjóða kvinnudagin, sunnudagin 8. mars, varpa vit ljós á valrættin og valskipanir. Hvussu hevur valrætturin tænt føroyskum kvinnum, og hvør valskipan tænir kvinnuumboðanini best í dag? Ofta verður sagt, at trupult er at fáa kvinnur at stilla upp og at blíva valdar uttan fyri miðstaðarøkið. Er hetta so, og hvussu kunnu vit í so fall bøta um hetta? Kvinnuligir politikarar, veljarafeløg og valserfrøðingar luttaka.

Tiltakið verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum 8. mars.

Advertisements